Ótryggar heimasíður verða útstillaðar

Í dag tók Google eitt týðandi stig í royndini at fáa allar heimasíður at nýta brongling. Heimasíður, sum ikki nýta brongling (https) verða nú týðiliga stemplaðar sum ótryggar.

VPNFilter – Framkomi álop í gongd í løtuni

Eitt ógvuliga framkomi álop, nevnt "VPNFilter", verður í løtuni framt móti beinarum og øðrum neteindum kring heimin. Ein listi við meir enn 70 ymiskum eindum, sum eru raktar av álopinum er kunngjørdur. Nýtur tú ein av hesum eindunum, ert tú tí í vanda fyri at verða raktur. FBI mistonkir Russland fyri at standa aftan fyri álopið.

Góð loyniorð uppá tann einkla mátan

Ein tann mest vanliga grundin til, at teldusníkar klára at bróta inn í teldur og teldukervi, er vánalig og endurnýtt loyniorð. Í hesum innlegginum vísi eg á, hvussu eitt forrit, sum nevnist ein "password manager", kann nýtast til at gera góð loyniorð, og soleiðis tryggja tínar dátur og dátur hjá tínari fyritøku.

“Cryptojacking” og ein (næstan) oyðiløgd telda

Tað høga virðið á Bitcoin og øðrum kryptovaluta hevur gjørt, at teldusníkar royna at nýta tína teldu til at útvega sær pening. Framgangshátturin hjá teldusníkunum ger, at tað er vandi fyri, at tín telda brennur yvir. Tað er tó í flestu førum møguligt at verja telduna móti hesum.

Enn ein grund til at heimasíður skulu nýta brongling

Ein dani hevur gjørt eitt video, sum vísir á enn eina grund til at heimasíður skulu nýta brongling.

Í túsundatali av føroyingum raktir av álvarsligum leka

Listi við 1.4 milliardum loyniorðum liggur frítt atkomiligur á internetinum. Í túsundatali av føroyskum teldupostadressum eru at finna á listanum.

Bloggurin hevur fingið logo

Bloggurin hevur nú fingið eitt logo. Eg havi nýtt eina heimasíðu, har tað er møguligt at gera logo ókeypis. Heimasíðan hevur tó sett sum treyt, at eg lýsi við, at tað er gjørt á teirra heimasíðu. So fyri ikki at koma í trupulleikar havi eg givið teimum viðurkenning herundir: Logo made with DesignEvo