KT-Holan takkar fyri hesaferð

Eg byrjaði hendan bloggin í 2018, tí eg saknaði, at tað bleiv sett meir fokus á kt-trygd. Síðan tá er nógv hent, og sjálvur haldi eg, at kt-trygd hevur fingið eitt sindur størri pláss í almenna rúminum nú enn tað hevði tá.

Sum tað sæst, so er seinasta innleggið á KT-Holuni 9 mánaðar gamalt, men tað merkir tó ikki, at eg eri givin at skriva um kt-trygd.

KT-Trygd samstarvið

Í maj mánaði í fjør bleiv fóru Gjaldstovan, Føroya Tele og Føroya Politi undir eitt nýtt samstarv um KT-trygd. Sum ein liður í samstarvinum bleiv heimasíðan kt-trygd.fo tikin í nýtslu. Fyri at gera tað lættast gjørligt hjá føroyingum at kunnað seg um kt-trygd, helt eg tað verða mest gagnligt at savna upplýsingarnar á einum stað. Tískil valdi eg ikki longur at skriva innlegg á KT-Holuni, men heldur á kt-trygd.fo.

Á kt-trygd.fo kanst tú finna góð ráð um, hvussu tú betur kanst tryggja títt talgilda lív við m.a. at gera góð loyniorð og nýta tvey-faktor innritan. Eisini kanst tú lesa um kt-álop, sum eru í umferð, soleiðis at tú betur veist, hvat tú skalt halda eyga við.

Takk fyri hesaferð

KT-Holan vil við hesum takka fyri seg. Bloggurin fer framvegis at verða atkomiligur, men hann verður tó ikki dagførdur.