Nýggjur listi við meir enn 6000 loyniorðum hjá føroyingum atkomiligur á internetinum

Søgan endurtekur seg

Fyri einum knøppum árið síðan, skrivaði eg eina grein um, at loyniorð hjá føroyingum í túsundatali lógu frítt atkomilig á internetinum. Nú siti eg so aftur og skrivi um ein líknandi lista, har meir enn 6000 samansetingar av .fo teldupostadressum og loyniorðum eru at finna. Eisini hesin listin er frítt atkomiligur á internetinum.

Í listanum í fjør vórðu í alt uml. 1.4 milliardir loginupplýsingar. Hesin nýggi listin, sum upprunaliga stóð til sølu á internetinum, er uppaftur størri og inniheldur í alt meir enn 2 milliardir loginupplýsingar við avbronglaðum loyniorðum.

Loyniorð til nógvar ymsar tænastur

Av tí at telduposturin ofta verður nýttur, sum brúkaranavn á einhvørjari tænastu á internetinum, so eru tey loyniorð, sum finnast í listanum ikki neyturviliga til sjálvan teldupostin, men heldur til hesa tænastu. Tað kundi t.d. verið LinkedIn, Facebook, Dropbox og líknandi. Talan er um loginupplýsingar frá fleiri hundrað ymsum lekum, harav fleiri longu eru almennir. Nú eru teir so bara samlaðir í ein stóran lista.

Alt er avbronglað

Eins og við listanum í fjør, so eru øll loyniorðini í hesum listanum avbronglaði. Hetta ger tað ógvuliga lætt hjá teldusníkum at misnýta loginupplýsingarnar.

Heldur enn at endurtaka ov nógv frá innlegginum í fjør, so kanst tú trýsta her fyri at lesa brotini við yvirskriftunum “Hvussu verða loyniorð goymd á eini heimasíðu” og “Alt er avbronglað” um tú ynskir at lesa meir um, hvat hetta merkir, og hví tað er so vandamikið.

Yvir 2600 nýggj loyniorð

Meir enn 2600 av loginupplýsingum eru nýggir, og eru ikki at finna á listanum frá 2018, har tað vóru uml. 5500 føroyskar loginupplýsingar. Hetta merkir, at uppá minni enn eitt ár, eru meir enn 8000 føroyskir loginupplýsingar gjørdir frítt atkomiligir á internetinum. Legg til merkis, at eg í hesum innlegginum einans ummælið teldupostadressur, sum endað við “.fo”. Nógv av okkum hava eisini teldupostadressur, sum enda við “gmail.com”, “hotmail.com”, “yahoo.com”, “outlook.com” ella líknandi. Hesar teldupostadressur eru ikki taldar við í omanfyri nevndu tølum.

Herundir er innsettur ein listi yvir tey 20 føroysku økisnøvnini, sum oftast framganga á listanum:

Økisnavn:Mongd:
kallnet.fo466
post.olivant.fo421
skulin.fo321
olivant.fo224
email.fo165
tpost.fo156
mail.fo43
altfyrieitt.fo35
ung.fo30
hotmail.fo19
atlantic.fo19
gmail.fo17
torkilsheyggi.fo16
ft.fo15
havsbrun.fo13
epost.fo12
gud.fo12
torshavn.fo11
meyl.fo8
e-mail.fo7

Kannað um tínir loginupplýsingar eru á listanum

Týski granskingarstovnurin Hasso-Plattner hevur lagt allar upplýsingarnar frá listanum í teirra tænastu, sum nevnist “Identity Leak Checker”. Hesa tænastu kanst tú frítt nýta til at kanna, um tín teldupostadressa er at finna í listanum.

Tænastan “Have I Been Pwned”, sum eg áður havi skrivað um, hevur tíverri enn ikki lagt inn allar loginupplýsingarnar frá hesum listanum. Tað er tí ikki heilt víst, at tú ikki er raktur av lekanum, sjálvt um tín teldupostadressa ikki er at finna á “Have I Been Pwned”.

Um tín teldupostadressa er at finna í listanum, ella í nøkrum leka yvirhøvur, er tað ógvuliga umráðandi, at tú broytur loyniorðið skjótast gjørligt.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.