Snýt við lønarkontum

“Eg havi skift banka”

Hevur tú nakrantíð skift banka og tí skrivað ein teldupost til lønardeildina á tínum arbeiðsplássið og biðið tey um at broytt tína lønarkonto? Hvat gjørdi títt arbeiðspláss tá? Ringdu ella skrivaðu tey til tín fyri at fáa váttan um, at tú hevði biðið um at fáa broytt lønarkontuna?

Í ógvuliga nógvum arbeiðsplássum verður tú ongantíð biðin um at vátta, at tað var tú, sum skrivaði umbønina um at broyta lønarkontuna, og hetta útnytta teldusníkar.

Teldusníkar royna alla tíð at finna nýggjar mátar at stjala pening, og teir kunnu verða ógvuliga uppfinningarsamir.

Teir seinastu mánaðirnir er tað blivið alt meir vanligt, at teldusníkarnir royna at snýta fyritøkur í samband við lønarflyting, og er hetta í løtuni tann mest brúkti mátin, sum teldusníkar nýta til at stjala pening frá fyritøkum uttanlanda.

Ein ógvuliga einkul teldupostur

Teldusníkarnir senda ein teldupost til lønardeildina, har teir útgeva seg fyri at verða eitt av starvsfólkunum og skriva, at teir hava skift lønarkonto, og biðja síðan um at fáa rætta teir kontoupplýsingar, sum lønardeildin hevur. Ein teldupostur (umsettur til føroysk) kann til dømis síggja soleiðis út:

“Hey,

Eg havi nýliga flutt banka og broyti tí lønarkonto. Kunnu tit broyta tað soleiðis, at næsta løn kemur á tí nýggju kontuna?

Mína nýggja lønarkonto er [banki og kontonummar].

Vinarliga

[Navn hjá sendara]”

Sum tú sær, so er hesin mátin ógvuliga einkul. Hóast hetta, so eydnast tað teldusníkunum ofta at fáa fyritøkuna at broyta lønarkontuna.

Snýti verður í mangum førum ikki uppdagað fyrrenn starvsfólkið byrjar at spyrja fyritøkuna, hví viðkomandi ikki hevur móttikið sína løn enn.

Rakar hetta Føroyar?

Tey flestu, sum royna at snýta seg til pening, brúka teir háttir, sum geva teimum mest møguligt av peningi uppá lættasta máta. Soleiðis er tað eisini fyri størsta partin av teimum teldusníkum, sum snýta við lønarkontum.

Av tí at tað er lættari hjá teldusníkunum at upprættað bankakontur í øðrum londum, har tað eru fleiri bankar og fleiri møgulig offur, vil eg ikki meta, at vit fara at uppliva, at føroyskar fyritøkur verða útsettar fyri omanfyri nevnda álopið í nærmastu framtíð. Tó skal tað sigast, at søgan vísur, at tað, sum hendir uttanlanda, eisini kemur til Føroyar. Tað er bara spurningur um, hvussu leingi aftaná.

Ikki stóla blint uppá teldupost

Sjálvt um akkurát hesin hátturin ikki er í Føroyum í løtuni, so er ein umráðandi læra, sum vit eiga at taka til okkum, og tað er at teldupostar eru ikki nakað, sum tú skal stóla blint uppá.

Tað er ógvuliga lætt at falsa ein teldupost, og í nógvum førum mást tú hava eina ávísa vitan um kunningartøkni fyri at hava nakran møguleika at síggja, um telduposturin er falsaður ella ikki. Tað er tí umráðandi, at fyritøkur seta í verk mannagongdir fyri, hvussu broytingar verða framdar.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.