Ótryggar heimasíður verða útstillaðar

Serlig dagføring til Chrome internetkagan

Í dag kom ein nýggj útgáva av Chrome internetkaganum. Talan er um Chrome 68, sum stigvíst verður leysgivin til brúkararnar.

Chrome verður javnan dagførdur, og sum oftast eru broytingarnar ikki nakað, sum vit leggja stórvegis merki til. Hesa ferð er tað tó annaleiðis.

Sum eg skrivaði um tann 11. apríl, so hevur Google (sum ger Chrome internetkagan), leingi arbeitt við at fáa heimasíðueigarar at nýta brongling. Heimasíður, sum brongla samskiftið við internetkagan, fáa millum annað hægri raðfesting í Google leitimaskinuni.

Nú hevur Google so valt at gera eina rættiliga sjónliga broyting, sum ger tað enn týðiligari fyri brúkarinum, at ein heimasíða ikki nýtur brongling.

Í teimum fyrru útgávunum av Chrome var tað soleiðis, at um tú vitjaði eina heimasíðu, sum ikki nýtti brongling, so sást tú eitt rópitekn (!) á adressulinjuni, og um tað var ein teigur til innritan á síðum, stóð rópitekn og teksturin “Not secure” á adressulinjuni.

Framyvir fer tað at standa “Not secure” í adressulinjuni á øllum heimasíðum, sum ikki nýta brongling. Hetta merkir millum annað, at tað stendur “Not secure” í adressulinjuni hjá heimasíðunum hjá øllum flokkunum á tingi, sum víst í skíggjamyndunum herundir:

Hvat merkir hetta fyri teg

Fyri tann vanliga internetbrúkaran er einasta broyting, at tað verður gjørt týðiligari fyri teg, at ein heimasíða ikki nýtur brongling, og at tú tískil ikki kann verða vís/vísur í, at innihaldið á heimasíðuni ikki er broytt av teldusníkum.

Fyri heimasíðueigaran hevur hendan broytingin ein rættiliga stóran týdning, tí nú er størri møguleiki fyri, at fólk missa álit til heimasíðuna. Tað eru uttan iva fleiri fólk, sum verða eitt sindur meira afturhaldandi, tá tey síggja tekstin “Not secure”.

Eigur tú eina heimasíðu, og ynskir tú at vísa tínum vitjandi, at tú setur trygdina í hásæti, so kanst tú heilt ókeypis tryggja heimasíðuna ígjøgnum tænastuna hjá Let’s Encrypt.