Góð loyniorð uppá tann einkla mátan

Mest brúktu loyniorð

KT-trygdar fyritøkan SpalshData hevur síðan 2011 útgivið ein lista yvir tey mest brúktu loyniorðini. Á listanum sæst, at loyniorðið “123456” hevur verið tað mest brúkta loyniorðið hvørt ár síðan 2013.

Eg skrivaði tann 30. apríl eitt innlegg um, at loyniorð hjá føroyingum í túsundatali liggja frítt atkomilig á internetinum. Ein gjøgnumgongd av hesum loyniorðunum vísti, at tá tað kemur til loyniorð, eru føroyingar akkurát líka, sum øll onnur. Tað mest brúkta loyniorðið hjá føroyingum er nevniliga eisini “123456”. Tað er enntá nýtt 4 ferð so ofta, sum tað næstmest brúkta loyniorðið.

Trupulleikin er, at við at nýta tey somu loyniorðini umaftur og umaftur, og við at nýta hesi ógvuliga einklu loyniorðini, so gera vit arbeiði hjá teldusníkunum alt ov lætt. Tú kanst hava keypt tey dýrastu kt-trygdarforritini og fingið onkra kt-fyritøku at sett tað upp fyri teg, men um tú nýtur loyniorðið “123456”, so er alt til fánýtis. Tað svarar til, at tú tryggjar títt hús móti innbrotið við at nýta eina sterka úthurð, sum ikki kann sparkast inn, men tú letur lykilin liggja undir máttuni uttan fyri hesa somu hurð.

 

Tað er trupult at gera góð loyniorð

Í nógvum fyritøkum er gjørdur ein loyniorðspolitikkur, sum sigur, at loyniorðið skal broytast hvønn 3. mánaða, og at tað skal innihalda stóran bókstav, lítlan bókstav, tal og tekin. Eitt gott loyniorð er til dømis “_P!`@uqX@2Y6#Zqh” (tað er tað so ikki longur, tá eg nú havi skrivað tað her). Men hetta loyniorðið er fullkomiliga ómøguligt at minnast. Tað, sum vit tí ofta gera er, at vit finna eitt einkult loyniorð, sum uppfyllir krøvini, og síðan einans broyta okkurt heilt lítið við tí loyniorðinum hvørja ferð. Broytingin kundi tískil sæð soleiðis út:

  • Upprunaligt loyniorð: M!nkoda1
  • Fyrsta broyting: M!nkoda2
  • Onnur broyting: M!nkoda3
  • o.s.fr.

Loyniorðspolitikkurin ger í hesum førum, at loyniorðini, sum útgangspunkt, verða góð. Men sum tú væntandi sær, so eru tey alt ov eins, og hetta ger tey ótrygg.

 

Svarið: “Password manager”

Tá tað nú er so trupult at finna góð loyniorð, og samstundis at minnast tey, hvussu kann man so gera?

Loysnin er at lata verða við at royna at finna uppá loyniorð sjálv/sjálvur og at lata verða við at royna at minnast tey. Men um tað ikki er ein sjálv/sjálvur, sum ger loyniorðið, og um tú ikki minnist loyniorðið, hvussu kanst tú so nýta tað? Tað gert tú við at nýta eitt forrit, sum á enskum nevnist ein “password manager”.

Ein “password manager” er eitt forrit, sum kann taka sær av øllum, sum viðvíkur tínum loyniorðum. Øll tíni brúkaranøvn og loyniorð kunnu goymast í einum password manager, og tú noyðist tí ikki at minnast til tey sjálv/sjálvur. Forritið sjálvt verður tryggja við einum loyniorðið, og allar dátur í forritinum verða bronglaðar. Tað einasta loyniorðið, sum tú tískil noyðist at minnast, er loyniorðið til sjálvt password manager forritið.

Tað er serliga trý ting, sum eg meti gera ein password manager til eitt ógvuliga umráðandi og gott forrit:

  • Tað er lætt at gera góð og lang loyniorð
  • Tað er lætt at nýta ymisk loyniorð til ymsar tænastur/heimasíður
  • Tú noyðist ikki at minnast til loyniorðini sjálvur

 

Dømi uppá ein password manager

Fyri at vísa, hvussu ein password manager sær út, eru nakrar skíggjamyndir frá einum password manager forritið, sum eitur Dashlane, innsettar herundir:

Tá tú letur Dashlane upp, sært tú eitt yvirlit yvir tey login, sum eru goymd í forritinum.

Dashlane-Frontpage
Forsíða. Tvey login eru goymd.

 

Við at trýsta á “More” fært tú møguleika fyri millum annað at avrita loyniorðið, sum tú síðan til dømis kann innseta í tí heimasíðuni, har tú skal innrita. Hetta ger, at tú ikki noyðist at minnast til loyniorðið, og tú kann tískil gera eitt gott og langt loyniorð.

Dashlane-More
Avrita loyniorðið

 

Við at trýsta á “Add new” kanst tú upprætta nýggj login, sum tú ynskir at goyma í tínum password manager.

Dashlane-AddNew
Ger nýggj login

 

Dashlane hevur ein innbygdan loyniorðsframleiðara. Sum tú sært á myndini herundir, so er tað ógvuliga lætt at gera góð loyniorð. Í hesum førum er loyniorðið “:cKE=]P3{-E)Y[@^.”, og sum nevnt áður í innlegginum, so noyðist tú ikki at minnast til hetta loyniorðið, tí tað ger forritið fyri teg.

Dashlane-PwGenerator
Innbygdur loyniorðsframleiðari

 

Um tú ynskir at nýta ein annan password manager enn Dashlane, so eru tað fleiri aðrir á marknaðinum, sum eru eins góð. Nakrir av teimum eru LastPass, KeePass og 1Password.

 

Hjálp frá arbeiðsplássinum

Tað eru ikki øll, sum hava líka lætt við at læra nýggj ting, tá tað kemur til teldur. Tað eru tó nøkur forrit, sum næstan øll duga væl at nýta. Tað eru tey forrit, sum tey nýta á sínum arbeiðsplássi. Sjálvt tey, sum annars duga ógvuliga lítið tá tað kemur til teldur, kunnu verða serfrøðingar innan eitt ávíst forrit. Hetta kemst av tí, at viðkomandi hevur fingið frálæru í tí forritinum, og nýtur tað hvønn einasta dag á arbeiðsplássinum.

Eg vil tí skjóta upp at fyritøkur byrja at nýta password manager forrit. Fyritøkurnar hava eisini ógvuliga nógv at vinna, við at fáa síni starvsfólk til at nýta ein password manager. Eingin fyritøka ynskir at uppliva, at teldusníkar koma inn á teirra teldukervi, og ein tann mest vanliga grundin til, at teldusníkarnir klára at koma inn, er vánalig loyniorð, sum eru endurnýtt ymsastaðni á internetinum. Við at nýta ein password manager, kann ein fyritøka, á ein ógvuliga lættan hátt, tryggja, at loyniorðini, sum verða nýtt á teirra teldukervi, eru góð og ikki verða nýtt aðrastaðni.