Enn ein grund til at heimasíður skulu nýta brongling

Ein dani hevur í dag víst á enn eina grund til at heimasíður eiga at nýta brongling

Tann 11. apríl skrivaði eg eitt innlegg um, at nógvar føroyskar heimasíður ikki tryggja títt loyniorð. Í innlegginum vísti eg á vandan við at heimasíður ikki nýta brongling, og nevndi ein einkultan hátt, sum kann nýtast til at stjala loyniorð, sum verða inntasta á tær heimasíður.

Nú hevur danin, Thomas Kobber Panum, gjørt eitt video, har hann vísur á ein eitt sindur meir tekniskan hátt at stjala loyniorð frá eini heimasíðu, sum ikki nýtur brongling allastaðni.

Video er eitt sindur tekniskt, men tú noyðist ikki at skilja alt, sum gongur fyri seg á videonum. Tað, sum er umráðandi, er at tú sær vandan við at heimasíður ikki nýta brongling allastaðni. Í endanum á videonum sært tú, at Thomas megnaði at stjala brúkaranavn og loyniorð.

Talan er heldur ikki um einhvørja heimasíðu, sum er at síggja á videonum. Talan er nevniliga um skat.dk.

Hetta video er tískil enn eitt gott dømi uppá, hvussu umráðandi tað er, at heimasíður nýta brongling allastaðni. Teldusníkar kunnu, og vilja, útnytta øll hol, sum teir kunnu.