Í túsundatali av føroyingum raktir av álvarsligum leka

1.400.000.000 loginupplýsingar

Tann 26. apríl hevði bt.dk eina grein, sum umtalaði ein stóran leka av loyniorðum. Portal.fo umtalaði dagin eftir sama leka og nevndi, at nógvar føroyskar teldupostadressur eisini eru at finna í listanum.

Fyri at verða heilt nágreiniligur, so er tað ikki talan um ein nýggjan leka, men heldur um, at data frá fleiri lekum er savnað saman í ein stóran lista. Hesin listin bleiv uppdagaður av kt-trygdarfyritøkuni 4IQ tann 5. desember í fjør.

Listin við teldupostadressum og tilhoyrandi loyniorðum er heilt ótrúliga langur. Umleið 1,4 milliardir loginupplýsingar eru at finna í listanum. Næstan 5500 einstakar .fo teldupostadressur eru á listanum. Hóast hetta stóra talið, so er tað allíkavæl ikki støddin, sum ger hendan listan til nakað serligt. Meir um hetta seinni í innlegginum.

Teldupostadressan sum brúkaranavn

Tá ein tilmeldar seg onkra tænastu á internetinum, er tað ofta teldupostadressan, sum verður nýtt sum brúkaranavn. Loyniorðini í listanum eru tí ikki neyðturviliga til sjálvan teldupostin, men heldur til onkra tænastu á internetinum, har teldupostadressan er nýtt sum brúkaranavn. Dømir uppá slíkar tænastur er millum annað LinkedIn, Dropbox, Myspace, Dailymotion og LastFM.

Fleiri teldupostadressur ganga aftur meir enn einaferð, og hava í nøkrum førum tilknýtt ymisk loyniorð. Hetta kemst væntandi av, at sama teldupostadressa er nýtt til at upprætta kontur hjá fleiri tænastum á internetinum.

Hvussu verða loyniorð goymd á eini heimasíðu

Fyri at skilja, hví hesin listin er serligur útyvir aðrar, er neyðugt við einari stuttari forkláring uppá, hvussu heimasíður og aðrar tænastur á internetinum goyma loyniorð.

  • Eg velji at upprættað eina konto á onkrari heimasíðu við teldupostinum ktholan@ktholan.blog
  • Eg velji at brúka loyniorðið “minkoda123” og tasti tað, og teldupostadressuna, inn á heimasíðuna
  • “minkoda123” fer ígjøgnum ein matematiskan frymil, sum bronglar tekstin til “a53bc7f2a77e”.
  • Teldupostadressan verður ikki brongla.
  • Loyniorðið verður goymt í databasanum hjá heimasíðuni sum “a53bc7f2a77e”, og ikki sum “minkoda123”.
  • Teldupostadressan verður goymd í databasanum sum ktholan@ktholan.blog.

Tá teldusníkarnir so stjala loginupplýsingarnar frá heimasíðuni, so sær databasin nakað soleiðis út:

usern_pw_table

Fyri at teldusníkarnir skullu finna útav, at loyniorðið er “minkoda123”, mugu teir tískil finna ein máta at avbrongla (dekryptera) “a53bc7f2a77e” til “minkoda123”.

Tíbetur er hetta ofta torført, og kann taka ógvuliga langa tíð. Um tann matematiskin frymilin er nóg góður, og loyniorðið nóg trupult, kann tað verða so gott sum ógjørligt hjá teldusníkunum, at avbrongla loyniorðið.

Alt er avbrongla

Tað, sum ger hendan listan heilt serligan er, at øll 1.4 milliardir loyniorðini, longu eru avbronglaði. Tað er sostatt ikki neyðugt hjá teldusníkunum at brúka tíð uppá at finna útav, hvussu loyniorðini skullu avbronglast, tí tað hevur onkur annar longu gjørt fyri teir.

Ístaðin fyri at mítt loyniorð framgongur sum “a53bc7f2a77e”, so framgongur tað sum “minkoda123”.

Fleiri høgstandandi embætisfólk og politikarar raktir

Ovast á listanum er teldupostadressur frá fylgjandi “.fo”-økisnøvnum:

top10_domains
Top 10 økisnøvn

Av serliga viðkvæmum økisnøvnum kann nevnast “logting.fo” og “tinganes.fo”, sum liggja ávikavist nummar 35 og 37 á listanum. Haraftrat eru teldupostadressur frá fleiri stjórnarráðum eisini at finna á listanum, og fleiri av teldupostadressunum síggjast at tilhoyra politikarum og høgstandandi embætisfólkum.

Kanna sjálv/sjálvur

Um tú sjálv/sjálvur vil kannað, um tín teldupostadressa er í listanum, kanst tú nýta heimasíðuna, “gotcha.pw“, sum bt.dk vísur til. Hendan tænastan leitar tó einans í hesum eina listanum.

Um tú vil kannað, um tín teldupostadressa finst í nøkrum øðrum leka, kanst tú nýta tænastuna hjá “Have I Been Pwned”, sum eg skrivaði um tann 21. apríl.

Um tín teldupostadressa er at finna í listanum, ella í nøkrum leka yvirhøvur, er tað ógvuliga umráðandi, at tú broytur loyniorðið skjótast gjørligt, og ongantíð nýtur tað loyniorðið, ella nakað líknandi, aftur.