Eitt fet rætta vegin fyri Facebook

Tann 20. marts skrivaði eg um eina innstilling á Facebook, sum æt “Apps Others Use”. Í stuttum kann nevnast, at tínir persónligu upplýsingar kundu blíva deildir við altjóða fyritøkur, um tínir Facebook vinir luttóku í t.d. spølum á Facebook.

Síðan gølan um Cambridge Analytica bleiv almannakunngjørd tann 16. marts, hevur Facebook verið undir hørðum trýsti frá fleiri síðum. Partabrøvini hjá Facebook eru eisini støðugt follin og hava í skrivandi løtu uml. 15 % minni virði enn áðrenn gøluna.

 

“Apps Others Use” farið í grøvina

Fyri nøkrum døgum síðan bleiv mín Facebook app á telefonini uppdatera. Eg valdi tí í dag at kanna mínar innstillingar á Facebook fyri at vita, hvat var broytt. Tað fyrsta eg vildi kannað var instillingina “Apps Others Use”. Tá eg trýsti á “Settings” og síðan “Apps” sá eg niðanfyri standandi mynd:

Facebook-AppsOthersUse-Removed

Kann tað verða, at tað ógvusliga fíggjarliga tapið, sum Facebook hevur verið fyri hesar seinastu tvær vikurnar hevur fingið teir at avtaka “Apps Others Use”?

Hvat grundin so enn er, so sær tað út til, at tínir persónligu upplýsingar á Facebook nú eru eitt vet tryggari. Í øllum førum til teir finna uppá okkurt nýtt.