Tá phishing kom til Føroyar

Hvat er Phishing?

Phishing er ein roynd at stjala persónligar upplýsingar, so sum brúkaranavn, loyniorð, gjaldskortupplýsingar og líknandi, við at útgeva seg fyri at verða ein, sum man ikki er. Sum dømi kann nevnast teldupostar, sum skuldu síggja út sum, at teir vóru frá PostNord, Netflix og Skat.

Phishing teldupostarnir hava til endamáls at fáa teg til at tasta tínar upplýsingar inn á onkra heimasíðu, sum bakmenninir hava ræði á, og soleiðis fáa teir stolið upplýsingarnar.

 

Føroyska málið ein góð verja

Dømi frá Skat vísur, at bakmenninir ofta royna at málrættað sínar herferðir móti onkrum ávísum fólkum. Tað gera teir millum annað við at nýta dansk mál og ein danskan stovn sum avsendara.

Eg havi enn ikki hoyrt um nakran phishing teldupost, sum hevur verið á føroyskum, og sum skal fyristilla at verða frá einum føroyskum avsendara. Grundin til hetta, vænti eg, er ógvuliga einføld…føroyskt er ógvuliga lítið útbreitt í heiminum. Tey, sum gera slíkar phishing teldupostar, hava tískil torført við at skriva á føroyskum.

Hevur tú nakrantíð lagt merki til at onkuntíð, tá tú vitjar føroyskar heimasíður, so bjóðar tín kagi tær at umseta málið, tí kagin heldur at tað er íslendskt? Og hevur tú nakrantíð roynt at skriva ein føroyskan tekst á Google Translate og sæð hetta:

GoogleTranslate-FøroysktSumIslendskt

Google skilir heilt einfalt ikki føroyskt, og veit ikki, hvat føroyskt er. Føroyska málið hevur tí verið ein ógvuliga góð natúrlig verja hjá okkum ímóti phishing herferðum.

 

Faroe Islands Translate to the rescue

Hóskvøldið tann 22. marts 2018 vunnu Visit Faroe Islands og Atlantic Airways eina altjóða heiðursløn fyri “Faroe Islands Translate” átakið. Faroe Islands Translate hevur til endamáls at fáa føroyskt mál á Google Translate. Við hesum heiðurinum, sum tey nú hava vunnið, so vænti eg ikki, at tað verður leingi, fyrrenn tú fer at kunna umseta føroyskt á Google Translate.

Lat meg undirstrika, at eg haldi, at tað er ótrúliga flott klára av teimum at vinna ein slíkan heiður, og eg vóni eisini, at føroyska málið skjótt fer at verða ein valmøguleiki á Google Translate.

 

Føroyskir teldupostar

Tá føroyskt verður at finna á Google Translate byrjar ein nýggj tíð. Tá fellur tann natúrliga verjan, sum føroyska málið hevur givið okkum, burtur. Tá er bara spurningur um tíð, til tú móttekur ein teldupost frá:

  • “Taks”, har tað framgongur, at tú hevur pening til góðar. Tú skal bert trýsta á eina leinkju í teldupostinum, sum leiðir teg til eina heimasíðu, har tú skal tasta tínar gjaldskortupplýsingar.
  • “Atlantic Airways”, har tað framgongur, at tú hevur vunnið eina ferð. Tú skal bert trýsta á eina leinkju í teldupostinum, sum leiðir teg til eina heimasíðu, har tú skal tasta tína teldupostadressu og títt Atlantic Airways loyniorð.
    (Tú hugsar møguliga, at tað er líka mikið, um onkur fær fatur á loyniorðinum til Atlantic Airways heimasíðuna. Men hetta loyniorðið er møguliga tað sama, sum tú nýtur til tín teldupost, PayPal, iCloud ella annað, og so er tað knappliga ikki líka mikið meir.)

Ella onkran annan líknandi teldupost, sum hevur til endamáls at stjala tínar persónligu upplýsingar. Teksturin fer at verða á føroyskum og “avsendarin” fer at verða føroyskur.

 

Hvussu verja vit okkum?

Phishing er ein ógvuliga stórur trupulleiki allastaðni í heiminum. Tí eru fleiri fyritøkur og skúlar farnir at undirvísa teirra starvsfólk og næmingar í, hvussu ein kann verja seg móti phishing. Risastóra kt-fyritøkan Cisco sendir millum annað phishing teldupostar til síni starvsfólk hvønn ársfjórðing. Ohio State University byrjaði eitt átak í januar í ár, har tey sendu phishing teldupostar til sínar næmingar. Í tí førinum vísti tað seg, at næstan 19% av næmingunum blivu snýttir av teldupostunum.

 

Tann støðan, sum vit fara at koma í, tá føroyskt verður at finna á Google Translate, merkir, at vit ikki longur kunnu verða trygg, bert tí okkurt er skrivað á okkara egna málið. Vit verða noydd til at venja okkum við, at heimurin verður minni, og vandarnir koma tættari.

Er loysnin at gera sum Cisco og Ohio State University? Skulu studentaskúlarnir, Landssjúkrahúsið, Kringvarpið og onnur byrja at senda phishing teldupostar til sínar næmingar/starvsfólk?