Deila tínir Facebook-vinir tínar upplýsingar við altjóða fyritøkur?

At halda seg frá Facebook spølum er tíverri ikki nokk

Tann 3. marts skrivaði eg um Nametests og spøl á Facebook, sum kunnu elva til, at ymiskar fyritøkur fáa fulla atgongd til tínar Facebook upplýsingar. Kanska tú altíð hevur ansa væl eftir, ikki at luttaka í slíkum spølum og følir teg tí tryggan.

Av og á, so hyggi eg mínar innstillingar ígjøgnum fyri at vita, um eg skuldi havt gloymt at frávalt eitthvørt, sum kann ávirka, hvussu mínir upplýsingar verða deildir. Herfyri kom eg framm á eina innstilling á Facebook, sum eg ikki hava bitið merki í fyrr, hon eitur “Apps others use”. Eg valdi at hyggja sindur nærmari at hesum og sá niðanfyri standandi tekst:

People who can see your info can bring it with them when they use apps.

Hetta gjørdi meg eitt sindur ørkymlaðan, tí hesin teksturin sá út til at merkja, at um mínir Facebook-vinir spæla eitt spæl hjá Nametests, so viðførur tað, at mínir upplýsingar verða deildir við Nametests.

Eg valdi tí at klikkja á “Edit” fyri at kanna nærmari, hvar hetta merkti, og fylgjandi mynd:

Facebook-AppsOthersUse-Screenshot

Á omanfyri standandi mynd sær tað ikki út til, at eg hevði nakað at verða bangin fyri, tí har er jú einki tilvalt. Tað skal tí sigast, at soleiðis sá tað ikki út fyrstu ferð eg hugdi eftir myndini. Omanfyri standandi mynd, bleiv tikin eftir, at eg hevði frávalt fleiri av møguleikunum. Teir flestu møguleikarnir vórðu tilvaldir sum standard, uttan at eg sjálvur var klárur yvir tað.

Hetta merkir tískil, at mínir upplýsingar møguliga longu eru deildir við Nametests, tí onkur av mínum Facebook-vinum hevur luttikið í onkrum av teirra spølum.

 

Cambridge Analytica, Facebook og Donald Trump

Fríggjadagin, 16. marts, bleiv tað avdúka, at fyritøkan Cambridge Analytica, sum arbeiddi fyri Donald Trump undir valstríðnum í 2016, hevði savnað saman persónligar upplýsingar um uml. 50 milliónir fólk.

Innsavningin var gjørd ígjøgnum eina Facebook app, sum Aleksandr Kogan gjørdi í 2014. Appin sjálv var ein persónligheitstest. 270.000 fólk nýttu appina, og góvu soleiðis appini atgongd til teirra Facebook profil.

Grundin til, at tað tó er talan um uml. 50 milliónir, er tí appin gjørdi brúk av “Apps others use” funkuni í Facebook, sum gav atgongd til upplýsingarnar hjá vinunum hjá teimum 270.000 fólkunum. Appin breyt seg soleiðis ikki ímóti nøkrum reglum hjá Facebook við at innsavnað hesar upplýsingar. Appin nýtti bert tær innbygdu funkur, sum Facebook bjóðaði. Tað, sum ikki var ímóti reglunum hjá Facebook, var harafturímóti, at upplýsingarnir blivu seldir víðari.

 

Hvat var so serligt við appini?

Hvat gjørdi, at hendan appin kundi innsavnað so nógv data? Hvat var tað, sum gjørdi hesa appina so effektiva?

Í stuttum…Einki.

Tað einasta, sum var annaleiðis á tí appini og t.d. spølunum hjá Nametests, var innihaldi. Møguleikin fyri at innsavna persónligar upplýsingar er líka stórur í báðum førum. Munurin er einans, hvat hesir upplýsingar verða nýttir til.