Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar

Grein á BT ávarar móti spølum á Facebook

Fyri nøkrum døgum síðan læs eg eina grein á bt.dk, sum umhandlaði Facebook. Meir nágreiniligt, umtalaði greinin tey ymsu spølini, sum finnast á Facebook har tú kann innseta eina mynd av tær sjálvum og síggja, hvussu tú sær út sum hitt kyni, ein Hollywood stjørna ella annað líknandi. Spølini koma frá heimasíðuni nametests.com, sum felagið SocialSweethearts eigur.

Í greinini nevnir Peter Kruse, sum er kt-trygdarserfrøðingur hjá CSIS, at tað kann verða vandamikið at nýta hesi spøl. Hann nevnir eisini, at hann væntar at meir enn 100.000 danskarir hava givið Nametests atgongd til teirra Facebook upplýsingar.

Eg setti mær tí fyri at kanna, um tað nú er so farligt, sum greinin sigur tað verða. Eisini vildi eg royna at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava givið Nametests atgongd til teirra Facebook upplýsingar.

 

Nametests

SocialSweethearts segði við BT, at teir ikki selja nakrar upplýsingar víðari. Tað, sum er áhugavert í tí setninginum er orðið “selja”. Tað kann væl verða, at tað passar, sum teir siga, og at teir ikki beinleiðis “selja” upplýsingarnar víðari, men teir siga ikki, at teir ikki deila upplýsingarnar við onnur allíkavæl.

Tvørturímóti framgongur tað á treytunum hjá Nametests, at tey samstarvar við meir enn 15 onnur feløg, sum eisini fáa atgongd til upplýsingarnar hjá tí, sum nýtur spølini.

Hvørjir upplýsingar er tað so, sum Nametests innsavnað? Tað stutta svarið er “Alt”. Við at luttaka í spølunum gevur tú Nametests loyvið til at fáa atgongd til allar upplýsingar á tínum Facebook profili. Sjálvt um tú hevur valt, at tín profilur einans skal verða sjónligur fyri tínum Facebook vinum, so sæt Nametests allíkavæl allar upplýsingarnar.

 

Eru føroyingar ávirkaðir?

Eg gjørdi eina skjóta leiting, har eg fann øll tey, sum hava upplýst sín bústað, sum verandi í Tórshavn, og sum eisini høvdu like’a tí donsku síðuna hjá Nametests. Við hesum fekk eg ein lista av persónum, sum uppfylgdu hesi krøv.

Um tú hevur nýtt Facebook, so hevur tú nokk lagt til merkis, at tá tú ert inni á vegginum hjá onkrum profili, so fært tú einans víst nøkur uppsløg. Um tú vil síggja eldri uppsløg, so mást tú koyra músina heilt niður á síðuni fyri at innlesa meir. Tann listin av profilum, sum eg fekk víst við míni leiting fungerar á sama hátt. Trupulleikin við hesum er, at tess meir eg innlesi, tess seinni arbeiður teldan. Til endans misti eg toli, og valdi at gevast við at telja profilar. Tá var eg komin upp á 270 profilar, sum høvdu upplýst sín bústað sum Tórshavn, og eisini høvdu like’a tí donsku síðuna hjá Nametests.

 

Tá hesi profilar høvdu like’a síðuna, er tað nærliggjandi at hugsa, at tey eisini hava roynt spølini, og harvið givið Nametests fulla atgongd til sín Facebook profil. Akkurát hvussu nógvir føroyingar talan er um, er ringt at siga, men tað tók mær nakrar fáar minuttir at finna framm til næstan 300 føroyingar. Eg ivist tí ikki í, at talan er um nøkur túsund fólk í Føroyum.

 

Og hvat so?

Nú hugsar tú kanska “og hvat so, um tey hava atgongd til mínar upplýsingar”. Við hesum innlegginum vil eg hvørki siga, at tú skal ella skal ikki nýta hesi spølini. Tað, sum eg haldi er umráðandi er, at tú ert vitandi um, hvat tað er, sum tú sigur ja til, við at nýta hesi spølini.

 

Hvussu kann eg tryggja mín profil?

Um tú vil kannað, hvør app/tænasta hevur atgongd til tínar Facebook upplýsingar, kanst tú fara inn á tínar innstillingar á Facebook og trýsta á “Apps“. Har inni kanst tú so frávelja tey apps, sum ikki skullu hava atgongd til tín profil.

Facebook-Apps-Screenshot