Vælkomin

Hvør eri eg og hvat vil eg

Eg eiti Bárður Christiansen. Eg eri útbúgvin politistur og starvist til dagligt á teknisku kanningareindini hjá politinum í Føroyum. Hesin bloggur hevur tó einki samband við mítt politiarbeiði, og kemur heldur ikki at hava nakað við mítt politiarbeiði at gera.

Mær hevur altíð dámt væl teldur, og eg havi leingi fylt við á ymsum heimasíðum, sum hava KT-trygd sum evni, og sum umtala og analysera KT-álop. Eg sakni tó, at tað verður sett meir fokus á hetta evni her heima. Tað er neyvan nakar, sum kann verða óeinigur í, at KT er komið fyri at verða, og at tað fyllur meir og meir fyri hvønn dag, sum gongur.

Vit hoyra av og á um hendingar innan KT-heimin, og hvussu tað hevur rakt ymsar fyritøkur uttanlanda. Í fjør summar hoyrdu vit til dømis um tvær hendingar/álop, WannaCry og NotPetya, sum ávirkaðu stóran part av heiminum. NotPetya førdi millum annað við sær eitt tap á meir enn eina milliard fyri A.P. Møller Mærsk.

Eisini hoyra vit av og á í donskum miðlum, at onkur virus er í umferð á Facebook, og hvussu nógvir danskarir eru ávirkaðir av hesum. Tað er tó ógvuliga sjálvdan at vit hoyra, um, hvussu hetta hevur ávirka Føroyar ella um nakrir føroyingar eru ávirkaðir hesum.

Við hesum bloggi vil eg royna at lýsa slíkar hendingar frá einum føroyskum vinkli, og soleiðis vónandi seta størri fokus á hetta evni í Føroyum.

Posted in Bio